Øll partrolarapørini eru til fiskiskap í løtuni, men fiskiskapurin er ikki góður. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni.
- Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk, og ein er sunnanfyri og fiskar djúpvatnsfisk, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Av smáu trolbátunum, eru fimm á Skeivabanka og fiska havtasku. Allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma inn at landa síðst í næstu viku. Tey hava vánaligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap.
Lagt verður aftrat, at garnaskipið, sum fiskar havtasku, kemur inn at landa miðskeiðis í næstu viku.