Fimta árið á rað við Sex krevur samtykki

Pablo Heimplatz

Pablo Heimplatz

Fyri fimta árið á rað skipar Almannamálaráðið, saman við øðrum, fyri kunningarátaki um samtykki.

Hesaferð eitur átakið Gult merkir reytt, sum er eitt herróp, sum hevur til endamáls at undirstrika, at sex krevur samtykkið.

– Tað er einki, sum eitur kanska, men einans eitt ja ella nei, sigur SKS-samstarvið.

Sex krevur samtykki, ella SKS-samstarvið, sum tað verður kallað, er eitt samstarv millum Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið.

Átakið fer í ár serliga at koyra á sosialu miðlunum.

– Endamálið við ársins átaki er at røkka teimum ungu, og tí fara vit hagar, sum tey ungu eru, siga fyriskipararnir.

Átøkini, ið hava verið undanfarin ár, eru:

2016: Sex krevur samtykki.
2017: Mynd krevur samtykki.
2018: Steðga haturstalu.
2019: Sex krevur samtykki við fokus á at tosa um sex.
2020: #samtykki – Gult merkir reytt.

 

Pablo Heimplatz