Financial Times viðmælir Føroyar

Føroyar eru eitt av fimm londum, sum stóri miðilin meinar, at mann skal halda eyga við í framtíðini

Bretski vinnumiðilin er eftir øllum sera hugtikin av Føroyum. Ferð aftaná ferð síggja vit greinar frá hesum miðilinum um Føroyar sum ferðavinnuland og aðrar søgur úr Føroyum. 

Nú hevur Financial Times so gjørt ein lista yvir fimm ferðamál, sum lesarar teirra eiga at halda eyga við. Tey ferðamálini eru: Georgia, Føroyar Albania, Uzbekistan og Pakistan. Um Føroyar verður sagt soleiðis:

- Einki annað ferðamál hevur brúkt valdið á sosialu miðlunum so nógv, sum hesar smáu oyggjarnar hava, skrivar Financial Times og vísir á vælumtóktu átøkini frá Visit Faroe Islands, sum hava imponerað allan ferðavinnuheimin seinastu fáu árini.