Fingu 10,3 milliardir í lønum

Hækkingin hevur ikki verið so lítil í fleiri ár

Í fjør vórðu 10,3 milliardir goldnar í lønum í Føroyum. Hetta er 2,1 prosent meira enn í 2019, veit Vinnuhúsið at siga frá Hagstovuni. 

Vinnuhúsið sigur, at hóast lønargjaldingarnar eru hækkaðar 2,1 prosent hetta seinasta árið, er hetta lægsti vøkstur síðan 2013 sigur Vinnuhúsið. Og tey ivast ikki í, at at tað er Korona, sum er atvoldin til, at støðuna.

 Tey siga, at verður hugt eftir lønargjaldingum í teimum fýra stóru vinnugreinunum, sæst at í bólkinum, sum eitur almennar tænastur, hevur vøksturin verið 4,7 prosent frá 2019 til í 2020, men bólkurin, sum eitur privatar tænastuvinnur hevur staðið í satð.

Í byggivinnuni og aðrari tilvirking, hevur vøksturin verið 5,4 prosent, men í fiski- og tilfeingisvinnuni hevur talan verið um eina minking upp á 1,8 prosent.