Fingu 678 knappanálir á talvuna í fjør

Børnini, sum vórðu fødd í Føroyum í fjør, vigaðu tilsamans 2,5 tons, hevur Landssjúkrahúsið roknað út

Í fjør vórðu 678 børn fødd í Føroyum. Tað skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook í morgun, haðani myndin eisini er.

Tey halda, at hvørt mansbarn í Føroyum man kennast við talvuna á vegginum, beint sum tú kemur inn á føðideildina á Landssjúkrahúsinum.

Á talvuni eru nálir, bláar og reyðar knappanálir, og hvør knappanál ímyndar eitt vakurt barn, sum er borið í heim farna árið.

Tey á Landssjúkrahúsinum halda, at føroyingar eru óførir at fáa børn og aftur í 2019 var talvan á tremur. Tilsamans 675 nálir komu á hana í fjør, 345 bláar nálir, sum eru dreingjabørnini og 330 reyðar nálir, sum eru gentubørnini.

Tey siga somuleiðis, at nógv tey flestu børnini koma í verðina á Landssjúkrahúsinum, tó at nøkur fá børn eru fødd á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í fjør vórðu trý børn fødd á Suðuroyar sjúkrahúsið og 675 á Landssjúkrahúsinum, so tilsamans vórðu 678 børn fødd í Føroyum

Tey staðfesta eisini, at føroysk børn bera orð fyri at hava góða vekt. Hesi 678 børnini sum eru fødd í Føroyum í fjør vigaðu tilsamans 2,5 tons. Sostatt var miðalvektin stívliga 3.700 gramm.
Við ársskiftið verður talvan ruddað, og knappanálirnar tiknar av henni aftur, og sosatt er hon klár til at bjóða nógvum nýggjum børnum vælkomin í ár.