Fingu 840 milliónir í løn í juni

Hevði korona ikki rakt okkum, hevði tað verið nakrar milliónir hægri

Í juni mánað vórðu góðar 840 milliónir útgoldnar í lønum í Føroyum og tað eru 13 milliónir, ella 1,5 prosent meira enn juni mánað í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Hetta er ein uppgerð, sum fevnir um beinleiðis løn, og sostatt telja arbeiðsloysisstuðul, og stuðul frá koronaskipanini hjá Als, ikki við.

Av teimum fýra mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað maimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars vóru útgoldnu lønirnar næstan tað sama, sum metingarnar søgdu, men í mai mánað vóru tær 9,1 prosent minni.

 

##med2##

Hevði gongdin í lønargjaldingunum annars verið óbroytt, høvdu lønirnar væntandi verið slakar 890 milliónir útgoldnar í juni og tað er 5,3 prosent minni enn mett var, at tær fóru at verða

Junimánaður hilnaðist sostatt betur enn mai, um lønargjaldingarnar í hesum báðum mánaðunum verða samanbornar við væntaðu gongdina undan koronu.

 

##med3##

Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og metingarnar, sum vórðu gjørdar frammanundan, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini.

 

##med4##

Í privatu tænastuvinnunum vórðu 253 milliónir goldnar í lønum í juni, men metingin segði, at tær fóru at vera 276 milliónir. Veruligu tølini eru sostatt 23 milliónir, ella 9,1 prosent, minni enn mett varð frammaundan við metingina. Men í mai mánað vóru lønirnar í tænastuvinnuni heili 16 prosent lægri enn metingarnar søgdu.