Fingu 845 milliónir í løn í september

Hesi seinastu fimm árini hevur vøksturin verið rættiliga støðugur

 

 

Eini 20 prosent av lønunum eru í Fiskvinnuni

Eini 20 prosent av lønunum eru í Fiskvinnuni

Í september í ár vórðu knappar 845 milliónir útgoldnar í lønum í Føroyum. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Sostatt eru lønagjaldingarnar í september í ár, 80 milliónir høgri enn tær vóru í september í fjør, men sum heild hevir vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.

Men uppgerðin vísir eisini, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv menn tjena, og hvussu nógv kvinnur tjena.

Í september var lønarútgjaldingin til menn 529 milliónir lønarútgjaldingin til kvinnur var  316 milliónir. 

Hesi seinastu árini er kynsmunurin á lønargjaldingunum til menn og til kvinnu, vaksin. Hesi seinastu fimm árini hava lønargjaldingarnar til menn nevniliga verið 200 milliónir krónur hægri hvønn mánað, enn tær vóru til kvinnur, men í 2014 vóru tær 140 milliónir krónur hægri.

 

##med2##

Annars vísir uppgerðin hjá Hagstovuni, at sløk 65 prosent av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, har tær almennu tænastuvinnurnar eru heldur størri enn tær privatu eru. Hinvegin verða 20 prosent av lønunum útgoldnar í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15 prosent av lønunum verða útgoldnar í byggivinnu og aðrari tilvirking. 

 

##med3##

Eini 20 prosent av lønunum eru í Fiskvinnuni

Sum tað sæst, er kynsmunurin vorðin størri hesi seinastu árini

Tænastuvinnurnar eru tær størstu vinnugreinarnar