Fingu bara fýra dagar - og tað kann ikki góðtakast

Støðan bara versnar og tað kann ikki góðtakast, tí tað hevur stóran týdning

Hesi seinastu árini hevur gongdin verið, at freistin bara styttist, og tað kann ikki góðtakast í einum fólkaræði.

Føroya Arbeiðsgevarafelag finst hvassliga at samgonguni, nú arbeitt verður við at broyta lógina um fiskivinnu.

Samgongan hevur gjørt eitt umfatandi uppskot um, hvussu ætlanin er at broyta lógina og tað uppskotið er síðani sent ymsum feløgum, og øðrum, til viðmerkingar.

Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tey fingu bara fýra arbeiðsdagar til at gjøgnumganga uppskotið í, og tað halda tey er alt ov stutt til eitt uppskot, sum er so umfatandi og týðandi, sum hetta.

Tey siga, at nettupp hoyringar sum hesar, hava stóran týdning í einum fólkaræði og tí kann hendan mannagongdin ikki góðtakast, har rákið er, at freistirnar at gera viðmerkingar verða bara styttri og styttri.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tey hava biðið Landsstýrið um longda freist, men tað hevur Landsstýrið noktað fyri. Og tey siga, at tað avmarkar møguleikarnar hjá teimum at gera viðmerkingar til ætlanina.

Annars undrast Arbeiðsgevarafelagið á, at teir útróðrarbátarnir, sum ikki eru fult riknir, nú hava fingið 2.189 fiskidagar afturat.

Tað er ikki ein haldgóð grundgeving, at fiskidagarnir vóru uppi, tí Ttað er júst náttúran í fiskivinnuskipanini, at ein loyvishavari ikki altíð sleppur út at fiska, tá hann vil tað.

Sleppa øll at fiska tað tey vilja, alt árið, hava vit ikki nakra fiskivinnuskipan, men púra frítt fiskarí, og tá fáa vit ov lítið burturúr, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Men metir Havstovan, at tað ber til at økja um fiskidagarnar, hevði tað verið sjálvsagt, at hetta kemur teimum til góðar, sum dríva tað sum vinnu, sigur felagið.