Fingu bót fyri at tosa í fartelefon

Aftur í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar. Hesa ferð vóru tey í Klaksvík, har tey kannaðu ferðsluna. Úrslitið var, at tveir bilførarar fingu 1.000 krónur í bót í part fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Annars sigur løgreglan, at tað er hent sjáldsama lítið kring landið, so har hevur at kalla einki verið a gjørt.