Fingu einar 50 fráboðanir frá fólki um stormskaðar

Mest dramatiska hendingin var í Leirvík, men annars sluppu vit rættiliga væl burtur úr fyrsta illveðrinum í vetur

Mest dramatiska hendingin í llveðrinum, var í Leirvík

Mest dramatiska hendingin í llveðrinum, var í Leirvík

Illveðrið er av á hesum sinni og nú støðan verður gjørd upp, má ásannast, at vit sluppu rættiliga snikkaleys burtur úr tí.

Løgreglan sigur, at eini 50 fólk hava ringt til tey at boða frá skaða, men tey vita um onkrar skaðar, sum ikki eru fráboðaðir. Tað er úr øllum landinum, at fólk hava ringt.

Eitt nú standa tveir bilar parkeraðir við Fast í Kollafirði við brotum rútum, og væntandi er, at onkur varnast onkran skaða, nú tey koma upp í morgun.

Men talan er um smáskaðar, takplátur og takskegg, sum eru loysnað, rútar, sum eru brotnaðir, ruskstativ, sum vindurin hevur tikið, og annað mangt.

Tann mest dramatiska hendingin var í Leirvík, har ein 40 fót bigja fór í vindum og út av bryggjukantinum. Vandi var fyri, at hon kom á bátarnar í bátaylinum, men tað eydnaðist at tryggja hana, áðrenn hon gjørdi skaða.

Í Havn fór ein lyktapeli um koll og tað fór eisini ein í Eysturoynni, men har vóru fólk biðin um at halda seg burtur, tí streymur kann vera til teir, so har mugu fakfólk uppí, sigur løgreglan.

Men afturfyri tók illveðrið eisini hugin frá fólki at fara í býin, tí tað var lítið fólk í býnum í nátt, og tey, sum hættaðu sær út, hava verið friðarlig, sigur løgreglan. 

Mest dramatiska hendingin í llveðrinum, var í Leirvík