Fingu fjósið aftur í høvdið

Lendiskærunevndin hevur álagt Sands kommunu at taka málið um ætlaða fjósið í Trøðum upp aftur og viðgera umsóknina av nýggjum.

 

Sands kommuna noyðist nú at viðgera eina umsókn hjá trimum bøndrum av nýggjum.

Sands kommuna noyðist nú at viðgera eina umsókn hjá trimum bøndrum av nýggjum.

 

Í eina tíð hava tríggir bóndur í Sandoynni, Ottar Hentze, sum rekur Uttastovugarðin í Trøðum, Jógvan Joensen, sum rekur Beitisgarðin í Trøðum og Eynar Martin Kjærbo, sum rekur Hamarsgarðin í Skálavík, arbeitt við einari verkætlan at byggja eitt felags fjós í Trøðum á Sandi.

Allir tríggir garðarnir hava mjólkneyt, eini 20-22 neyt hvør, og ætlanin byggir á eitt felags fjós til umleið 60 mjólkneyt á festijørðini hjá Ottari Hentze í Trøðum. Í umsóknini til Sands kommunu skjóta bóndirnir upp, at fjósið verður bygt oman fyri verkstaðin hjá Finnleifi Fagradal í Trøðum.

Sambært byggisamtyktini fyri Sands kommunu, sum er frá 2010, er hetta landbúnaðarjørð, og í so máta skuldi einki verið til hindurs fyri, at fjósið verður bygt her. Men, tá Ottar Hentze søkti um byggiloyvi á egnari festijørð, sýtti ein tepur meiriluti í Sands bygdaráði fyri at ganga umsóknini á møti.

Grundgevingarnar vóru áin, sum rennur oman úr Sandsvatni, landsvegurin niðan fyri og so búsetingin í Sandarbrekku oman fyri, har fjósið sambært ætlanini skal byggjast. Teir, sum standa aftan fyri verkætlanina, hildu ikki, at grundgevingarnar hjá Sands kommuna at sýta umsóknini vóru sakligar.

Tískil varð viðgerðin hjá kommununi og svarið, sum Ottar Hentze vegna bøndurnar fekk, kært til Lendiskærunevndina, sum liggur undir Føroya Kærustovni. Kærunevndin hevur síðan viðgjørt málið. Seint í 2019 kom Lendiskærunevndin við sínum svari upp á kæruna, og nevndin gekk bøndrunum á møti.

Lendiskærunevndin metir ikki, at grundgevingarnar hjá Sands kommunu fyri síni støðutakan eru sakligar. Tískil hevur kærunevndin álagt Sands kommunu at taka málið upp aftur og viðgera umsóknina av nýggjum.

Felags fjósið, sum teir tríggir bøndurnir ætla at byggja, liggur nógv longri frá vegnum, enn eitt nú ásetingarnar hjá Landsverki krevja. Áin kann ikki brúkast sum grundgeving, tá fjósið er ein afturlatin eind, har tøð og mykja verða pumpað í tangar.

Tey, sum eru fyri verkætlanini, halda, at ætlaða fjósið er ein náttúrligur partur av menningini av landbúnaðinum í Trøðum, sum hevur aldargamlar røtur. Tey, sum tala ímóti, halda hinvegin, at økið er ein vakur blettur í umhvørvinum í Trøðum, og onkrir grannar í brekkuni oman fyri høvdu helst viljað, at fjós ikki verður bygt á hesum staði.

Nú noyðist Sands kommuna so at taka málið upp aftur til nýggja viðgerð, tí Lendiskærunevndin er komin til ta niðurstøðu, at grundgevingarnar fyri at sýta umsóknini eru ósakligar. Ottar Hentze, bóndi, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til málið í løtuni.

Meira um hetta mál kann lesast í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag.

##med2##

 

 

Sands kommuna noyðist nú at viðgera eina umsókn hjá trimum bøndrum av nýggjum.