Fingu heiðursmerki fyri trúgva tænastu

Tær hava arbeitt í yvir 40 ár á sama øki

Í dag er hátíðardámur í Námi og Próvstovuni og tað er tí Ása Hansen og Gunnvør H. D. Poulsen, sum báðar eru próvtøkufyrisitarar, hava starvast á sama øki í meir enn 40 ár.

Fyri hesa trúgvu tænastu fingu Ása og Gunnvør heiðursmerki frá Kongshúsinum.
– Ása og Gunvør hava, við ídni og trúfesti, arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru nógvar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast og tær hava verið trygdin fyri, at tað hevur eydnast.

Ása hevur seinastu árini verið við til at samskipað føroysku PISA kanningarnar og hevur sín lut í at tryggjað, at føroyskar próvtøkur altíð svara til tíðina og er á norðurlendskum støði. Ása hevur verið í starvi í 40 ár.
– Á Próvstovuni hevur Gunvør serliga verið knýtt at sjóvinnuútbúgvingunum og hon hevur verið í starvi í 42 ár.

Í hesum sambandi, handaði Eyðun Gaard, stjóri, í Námi og Próvstovuni, Ásu Hansen, vinstrumegin á myndini, og Gunvør H. D. Poulsen, heiðursmerki, »fortjenstmedalje«, fyri trúgva tænastu.