Fingu tunfisk sum vigaði 546 pund

Á fiskamarknaðinum í Thorsminde fingu teir 116,40 krónur fyri kilo - ella 31.777 krónur fyri tunfiskin.

Ein tunfiskur kann geva eitt gott fíggjarligt íkast til manningarpartin.

Ein tunfiskur kann geva eitt gott fíggjarligt íkast til manningarpartin.

 

Sjálvt um Danmark ikki hevur tunfiskakvotu, kunnu donsk skip taka tunfisk sum hjáveiði, um tunfiskur kemur í trolið ella gørnini. Tá slíkt hendir, gevur hetta eisini nakrar eyka krónur.

Kystmagasinet í Noregi veit at siga, at ein danskur garnabátur - Biscayen - fyrr í heyst fekk ein tunfisk, sum var 2,6 metrar langur og vigaði 546 pund.

Hetta hendi, tá teir vóru til fiskiskap í Norðsjónum.

Skiparin, Kenneth Nielsen, sigur, at tunfiskurin varð seldur á fiskamarknaðinum í Thorsminde, har kiloprísurin var 116,40. Tað merkir, at teir fingu 31.777 krónur fyri fiskin.

Umframt tunfiskin, høvdu teir á túrinum eisini 6000 pund av øðrum fiski, eitt nú 4000 pund av reyðsprøku og 1300 pund av havtasku.

 

 

Ein tunfiskur kann geva eitt gott fíggjarligt íkast til manningarpartin.