Fingu upp í fleiri sekkir av óruddi

Lítil ferðamaður brúkti fyrrapartin upp á at rudda fjørðina í Leynum

Tá ið tey í Leynum nú fara at leita sær í ánna, leggja tey kanska til merkis, at har liggur munandi minni burturkast og rekist enn tað plagdi.

Og tað er ikki av ongum, tí í morgun hevur ein smádrongur, og omma hansara, verið og rudda.

Í hesum døgum er seks ára gamli, Jack Josva, úr Danmark í Føroyum og ferðast saman við ommuni.

Í Føroyum gista tey í Leynum, í gomlu húsunum hjá Minnu á Hædd, sum var hin omman.

Ímeðan tey hava verið her, hava tey verið nakrar gongutúrar í Leynum og har um vegir og hesum túrum varnaðust tey, hvussu nógv plast, og annað órudd lá í ánni, á strekkinum við fótin á laksatrappunum.

 

##med2##

Og í morgun fóru tey til verka og tá ið nakrir tímar vóru farnir, høvdu tey tikið upp í fleiri sekkir at plasti, tundri, og øðrum burturkasti, upp.

Her eru nakrar myndir av Jack, og óruddinum, hann hevur tikið upp.

 

##med3##