Finka er úrslit av skúlabókakapping

Týsdagin 9. juni 2020 klokkan 15 verður nýggja bókin "Finka" løgd fram í Námi við Hoyvíksvegin 72 í Havn. Høvundurin Marianna Skarðenni Poulsen verður til staðar, tónleikur verður at hoyra og kaffi og kaka verður at fáa.

 

 

 

Á myndini síggjast rithøvundurin, Marianna Skarðenni Poulsen í miðjuni, og ritstjórarnir Marjun Ziskason til vinstru og Gunvá Magnussen til høgru

Á myndini síggjast rithøvundurin, Marianna Skarðenni Poulsen í miðjuni, og ritstjórarnir Marjun Ziskason til vinstru og Gunvá Magnussen til høgru

Marianna Skarðenni Poulsen vann skúlabókakappingina, sum Nám skipaði fyri í 2016, til tess at finna nýtt tilfar og fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.

"Finka", sum umframt lesibók fevnir um tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti, er nú komin á marknaðin.

Sissal M. Rasmussen hevur viðgjørt tilfarið lesifrøðiliga.

Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, eru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason. Tær báðar siga, at endamálið við "Finku" er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki, skrivar Nám í tíðindaskrivi.

Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið, hevur verið grafikari. Hon starvast hjá Grafia, sum hevur havt bókagerðina um hendi.


Á myndini síggjast rithøvundurin, Marianna Skarðenni Poulsen í miðjuni, og ritstjórarnir Marjun Ziskason til vinstru og Gunvá Magnussen til høgru