Finna politiska semju um bústaðarbygging

– Eg havi lurtað við opnum sinni og verið spent at hoyrt frágreiðingina. Tað eru nógv uppskot í frágreiðingini. Nú verður tað er mín avbjóðing, at vit politiskt verða samd um eina loysn, so at ferð kann koma á bygging, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við bústaðarmálum (Mynd: Álvur Haraldsen)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við bústaðarmálum (Mynd: Álvur Haraldsen)

Í morgun var frágreiðingin um bústaðarpolitisk átøk løgd fram. Átta persónar vóru í arbeiðsbólkinum, ið umboðaðu bæði almenna og privata geiran. Landsstýrið hevði sett arbeiðsbólkin, og hann hevur arbeitt síðani desember við at gera frágreiðingina.

Formaðurin í arbeiðsbólkinum Regin Hammer handaði landsstýriskvinnuni við bústaðarmálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, frágreiðingina.


Les eisini: Stór ósemja um bústaðarpolitisk átøk

 

Arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað frágreiðingina, er rættiliga ósamdur. Hevur frágreiðingin nakað virði?

– Tað kom greitt til sjóndar undir framløguni, at tað er ósemja í arbeiðsbólkinum, men samstundis havi eg fingið ymisk sjónarmið lýst. Vit skulu minnast til, at tey, sum settu arbeiðsbólkin, umboða ymisk øki, eg má siga, at eg við opnum sinni lesi uppskotini. Vónandi verður tað ikki alt ov leingi, til vit koma við eini loysn, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Sum landsstýriskvinna við bústaðarmálum, hvat fert tú at gera?

– Eg fari at gera alt, hvat eg kann, fyri at vit kunnu gerast samd innan hetta øki. Tað snýr seg um at fáa ferð á, soleiðis at tað verða íbúðir bygdar, so at tey, sum bíða, kunnu fáa ein møguleika at fáa eina íbúð, sigur hon.

Hvønn leiklut skulu Bústaðir hava, og hvønn leiklut skulu tey privatu hava á bústaðarøkinum í framtíðini?

– Tað eru ymiskt uppskot nevnd í hesum sambandi, og tað er tað, sum vit skulu fáa eina semju um politiskt, sigur landsstýriskvinnan.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við bústaðarmálum (Mynd: Álvur Haraldsen)