Tvøroyrar Býráð strikar Sea Shepherd - boykott

Men fólk, sum ikki eru borgarar á Tvøroyri, sleppa ikki at ganga sum tey vilja

Á Tvøroyri boykotta tey ikki longur Sea Shepherd. Mynd: Eileen Sandá

Á Tvøroyri boykotta tey ikki longur Sea Shepherd. Mynd: Eileen Sandá

Tvøroyar Býráð boykottar ikki longur Sea Shepherd. Tað er greitt eftir at býráðsfundur var á Tvøroyri í gjárkvøldið.

Tann 22. mai samtykti Sea Shepherd annars at nokta Sea Shepherd atgongd til allar hentleikar hjá Tvøroyrar Kommunu, hvørki parkeringspláss, almenn wc, svimjihyl og brúsur, og annað.

 

Men síðani er Kommunala eftirlitið komið til ta niðurstøðu, at ein slík avgerð er ólóglig, tí ein kommuna kann ikki gera mismun á borgarum.

 

Tó hevur ein kommuna ein ávísa rætt til at geva egnum borgarum fyrimun til svimjihyl, sparkivøllir, almenn wc, og aðrar tænastur, sum ikki eru lógarkravdar.

 

Og tað hevur Tvøroyrar Býráð nú tikið avleiðingarnar av, tí á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð samtyktin um at boykotta Sea Shepherd, sett úr gildið aftur.

 

Men kortini hevur býráðið samtykt, at fólk, sum ikki eru borgarar í Tvøroyrar Kommunu, hava heilt frítt at fara.

 

Tvørturímóti hevur Tvøroyrar Býráð einmælt samtykt, at øll sjóvegis ferðsla  inn á Trongisvágsfjør skal fráboðast havnamyndugleikunum í minsta lagi 24 tímar áðrenn. Hetta er galdandi fyri allar báta- og skipastøddir.

 

Kristin Michelsen sigur, at tað eru nógv skipaferðsla inn og út eftir fjørðinum og tá ið siglingarrenna, og atløgupláss eru avmarkað, er ikki altíð, at tað er pláss fyri skipum.

 

Samstundis hevur býráðið samtykt einmælt,at allir kommunualir hentleikar fyrst og fremst eru til borgarar í Tvøroyrar kommunu at gera nýtslu av, sum tað stendur í býráðssamtyktini, ið vit hava fingið innlit í.

 

Tað verður eisini sagt í samtyktini, at: Avgerðin er grundað á, at tá kommunan veitir eina tænastu sambært kommunufulltrúini, hevur kommunan í ein ávísan mun rætt at geva egnum borgarum framíhjárættindi.

 

Býráðið sigur, at her er talan um tænastur, ið ikki eru lógarkravdar, men sum kommunan kortini hevur gjørt av  at veita borgarum.

 

- Grundgevingin fyri hesum er, at borgarar, ið ikki eru heimahoyrandi í kommununi, hava heldur ikki verið við til at rinda fyri hesar hentleikar sum skattgjaldarar, sigur Kristin Michelsen.

 

Men hann ásannar, at hann skilir framvegis ikki, hvussu tað kann bera til, at myndugleikarnir ikki kunnu vísa einum fólki av landinum, sum koma higar við einum einasta fráboðaða endamálið, og tað er at forða okkum í okkara lógliga virksemi.