Fíntelja nú atkvøðurnar

Hvør vinnur síðstu sessirnar hjá Framsókn og Javnaðarflokkinum verður greitt í kvøld

Fínteljingin av atkvøðunum frá løgtingsvalinum leygardagin er nú farin í gongd á Panorama í Hotel Hafnia. Tað er valnevndin, ið skipar fyri uppteljingini.

Serliga er spenningur knýttur at um nakrar atkvøður verða fluttar á lista F, ið er Framsókn. Poul Michelsen, stovnari og floksformaður í nýggjasta flokkinum á tingi, var á valkvøldinum einans eina atkvøðu frammanfyri Ruth Vang. Sostatt er hvør einstøk atkvøða týdningarmikil fyri hvør vinnur annan sessin hjá Framsókn.

Men eisini á lista C, Javnaðarflokkinum, eru tað tvey valevnir, ið nokk fylgja eyka val við uppteljingini í dag. Einans tríggjar atkvøður eru millum Bjarna Hammer og Eyðgunn Samuelsen á 7 og 8 plássi. Sum nú er hevur Bjarni Hammer endurvunnið sín sess, men eisini tað kann broytast í dag.

Malan Johansen, forkvinna í valnevndini, upplýsir, at arbeitt verður til allar atkvøðurnar eru taldar. Fyri fýra árum var úrslitið klárt um seks tíðina á kvøldi, men væntar forkvinnan, at tað verður longri at telja hesiferð, tí valluttøkan var størri hesaferð.