So verður farið í holt við annað umfar í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1, har arbeiðspláss kring landið kappast.
Í morgin klokkan 15.10 kappast Auto Service og RT Tøkni..
Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður hósdagin 25. mars vinna tveir flottar vinningar.
Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk.
Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.