Firouz nýggjur útbúgvingarleiðari

Firouz Gaini er nýggjur útbúgvingarleiðari á bachelorútbúgvingini í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tað boðar Setrið í dag frá á setur.fo.

Mynd: setur.fo

Mynd: setur.fo

Setrið boðar í dag frá, at Firouz Gaini er settur í starv sum nýggjur útbúgvingarleiðari á bachelorútbúgvingini í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

- Firouz er professari í antropologi og hevur undirvíst á Námsvísindadeildini (2007-2012) og Søgu- og Samfelagsdeildini (2015-) í mong ár. Eisini hevur hann undirvíst á altjóða ‘Childhood Studies’ masterútbúgvingini á NTNU í Tróndheim (2013-2015), skrivar Setrið.

Kortini er tað fyri hansara gransking innan ungdómsmentan, at flesti føroyingar munnu kennast við navnið.

Í nýggja starvinum kemur hann at hava ábyrgd fyri undirvísing, ið umfatar millum annað antropologi, sosiologi/sosialvísindi, barna- og ungdómsgransking, smá oyggjasamfeløg, vísindaástøði og kvalitativ háttaløg.

Firouz Gaini tók við nýggja starvinum á Setrinum fyrst í síðsta mánaði. 

Mynd: setur.fo