Fiskaðu fyri meiri enn eina milliard í fjør

Serliga batnaði fiskiskapurin eftir toski og hýsu

Í fjør fiskaðu føroysk skip botnfisk fyri meiri enn eina milliard. Tað vísir ein uppgerð hjá hagstovuni.

Hagstovan vísir á, at frá 2000 til 2007 var avreiðingarvirðið 1,2 milliardir í miðal um árið, men so lækkaði tað niður í 800 millliónir um árið í miðal,

Men í fjør var avreiðingarvirðið aftur ein góð milliard, ella 133 milliónir meira enn í 2018. Tað er ein vøkstur upp á 14 prosent.

Hagstovan sigur, at tað, sum serliga ger mun, er, at avreiðingarvirðið á toski var 158 milliónir hægri í fjør enn tað var í 2018.

Í fjør vórðu 25.000 tons avreidd av toski og tað eru heili 45 prosent meira enn í 2018.

Eisini virðið á toskinum vaks, tí avreiðingarvirðið á honum var 503 milliónir í fjør og tað eru 158 milliónir meiri enn í 2018, ella 46 prosent.

Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu nógvu árini, ella góð 11.000 tons í miðal um árið frá 2009 til 2018 og sostatt er fiskiskapurin eftir toski at kalla tvífaldaður í fjør.

Eisini fiskiskapurin eftir hýsu vaks munandi í fjør, tí tá vóru 8.500 tons av hýsu avreidd og tað er tað mesta í 12 ár. Tað eru eisini 2.700 tons meiri enn í 2018. Men sostatt er framvegis lítið til av hýsu, tí frá 2001 til 2007 var fiskiskapurin eftir hýsu 20.000 tons um árið í miðal.

Í fjør varð hýsa avreidd fyri góðar 112 milliónir og tað eru 32 prosent meiri enn í 2018.

Hagstovan sigur, at ímeðan toska- og hýsunøgdin í miðal hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst nakað støðugari.

Men seinastu árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, tí í fjør vórðu einans góð 18.000 tons avreidd av upsa, og tað eru 3.000 færri enn í 2018.

Í fjør varð upsi avreiddur fyri 115 milliónir og tað eru 22 prosent minni enn í 2018. Til samanberingar kann nevnast, at frá 2005 – 2010 vórðu góð 53.000 tons av upsa avreidd um árið í miðal.

Avreiðingarnar eru uppgjørdar í landaðari vekt, og sostatt verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt

Avreiðingar kalla vit alt, sum verður skrásett í avreiðingarskipanini. Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska veiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap.

Uppsjóvarfiskur og fiskiskapurin í Barentshavinum, er ikki við í tølunum.