Fiskidagarnir uppi - útróðrarbátarnir skulu gevast at fiska umgangandi

Nú eru eingir fiskidagar eftir í bólki 5B, sum fevnir um smáar útróðrarbátar

 

Smáir útróðrarbátar sleppa ikki at fiska meira í ár, tí nú eru fiskidagarnir í bólki 5B uppi. Hesum boðar Vørn frá beint nú, og longu í síðstu viku kunnaði Vørn um, at har vóru minni enn ein dagur í part hjá smáu útróðrarbátunum. 

Tað vóru tillutaðir 3.552 dagar til bólk 5B í ár, sum eru útróðrarbátar undir 15 tons.

Vørn sigur í hesum sambandi, at fiskiskapurin í bólki 5B skal steðga beinanvegin.

Vit her í Miðlahúsinum og á útvarpsrásini FM1 hava roynt at fingið fatur á landsstýrismanninum í fiskimálum síðan fríggjadagin í síðstu viku, men tað hevur ikki eydnast at fingið eina viðmerking um fiskidagarnar.