Seinastu vikurnar eru sjey miljónir laksar deyðir av alguni. Her stendur fiskimálaráðharrin við deyðum laksi Mynd: NRK

Fiskimálaráðharrin vil hjálpa alguraktu alivinnuni

Alifyritøkur í Norðurnoregi hava higartil mist 13.200 tons av laksi.

 

 

Seinastu vikurnar eru sjey miljónir laksar deyðir av alguni. Her stendur fiskimálaráðharrin við deyðum laksi Mynd: NRK

 

Norski fiskimálaráðharrin, Harald Tom Nesvik, hevur nú givið alguraktu norsku alarunum lyfti um, at hann vil royna at finna loysnir, sum kunnu endurrinda - ella "kompensera" - alararnar fyri tap, nú eitrandi algur í seinastuni hava gjørt feigdina um seg í Norðurnoregi.

- Eg eri maðurin hjá hesi vinnu í stjórnini, og eg hevði hugsað mær at staðið øksl við øksl við tær fyritøkur, sum eru raktar. Vit mugu syrgja fyri, at pláss verður gjørt fyri skipanum sum gera, at vit kunnu koma víðari, segði fiskimálaráðharrin, tá hann mánadagin hitti alivinnuna í Norðurnoregi.

Seinastu vikurnar eru sjey miljónir laksar deyðir av alguni, og støðan er enn ikki vorðin fullgreið eftir alguálopið. Í salinum, har tey hittu fiskimálaráðharran, sótu fleiri av teimum, sum seinastu dagarnar hava arbeitt samdøgur eftir samdøgur fyri at bjarga tí, sum bjargast kundi.

Og so kortini hava alifyritøkur í økinum mist fleiri enn 13.200 tons av laksi.

Á fundinum við norsku alararnar segði fiskimálaráðharrin sambært www.sysla.no eisini, at neyðugt helst verður við betri ávaringarskipanum, soleiðis at skotbráðið at flyta alifisk undan møguligum alguálopi verður longri.

Eitt, sum eisini var upp á tal undir vitjanini hjá fiskimálaráðharranum, Harald Tom Nesvik, var møguleikin at loyva raktu alarunum at seta meira fisk út, soleiðis at alifyritøkurnar á henda hátt fingu møguleika at vinna inn aftur ein part av mistu laksanøgdunum.

Fiskimálaráðharrin segði seg vilja arbeiða fyri broytingum í skipanini og møguleikanum fyri endurgjaldi, soleiðis at alivinnan, sum er vorðin so hart rakt av eitrandi alguni, kann fáa ein part av mistu virðunum aftur.

Eitt er, at alifeløg og framleiðsluvirki í Norðurnoregi eru vorðin so hart rakt, nú nógvur fiskur er mistur, og tøkan í summar verður so nógv skerd. Tað er tó lítið, sum bendir á, at algudeyðin tekur grundarlagið undan lutfalsliga sterku fyritøkunum.

Men tað, sum kanska er verri, er, at laksadeyðin setir djúp spor í lutfalsliga smáu bygdasamfeløgini í økinum - bæði, tá ræður um fólk í framleiðsluni á landi, men eisini, tá ræður um skattagrundarlagið hjá kommununum og teir ringvirkningar, sum vinna og arbeiðsfólk annars skapa í økinum.

Seinastu vikurnar eru sjey miljónir laksar deyðir av alguni. Her stendur fiskimálaráðharrin við deyðum laksi Mynd: NRK