Fiskur fær sáðkyknur at "svimja" betur

Ein donsk kanningin vísir, at sáðgóðskan bøtist munandi, um maður etur fisk tvær ferðir um vikuna.

 

Etur tú sum maður meira fisk, gerast sáðkyknurnar betri "svimjarar". Tað vísir ein nýggj donsk kanning.

- Jú, meira fisk ella omega-3 fitsýru, tú etur, tess betri verður sáðgóðskan, sigur Ulla Breth Knudsen, professari og yvirlækni á Regionssjúkrahúsinum Horsens.

Danmarks Radio veit at siga, at Ulla Breth Knudsen saman við tveimum starvsfeløgum hevur greinað 16 altjóða kanningar, sum lýsa samanhangin millum sáðgóðsku og tað at eta fisk.

Seinastu 40 árini er sáðgóðskan hjá monnum í okkara parti av heiminum minkað við millum 50 og 60 prosentum.

Vanliga siga vit, at kvinna eigur at eta góðan mat, um hon ynskir at gerast við barn.

- Men, tað er serliga, um sáðgóðskan er vánalig, at vit mæla monnum til at eta føðslugóðan mat og ikki minst fisk, sigur professarin og yvirlæknin.

Kanningin vísir, at sáðgóðskan bøtist munandi, um maður etur fisk tvær ferðir um vikuna.