Fjølrit kannað, hvussu nógv verður fjølritað í skúlunum

Hetta er fyrsta kanningin av sínum slag, har skúlarnir eru spurdir, hvussu nógv teir fjølrita, og til hvønn miðil.

Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.

Øll starvsfólk á fólkaskúlunum í Føroyum fingu í fjør heyst spurnablað frá Fjølriti, har teir vórðu bidnir at svara nøkrum spurningum, sum hevur við fjølritan úr verkum, sum eru vard av upphavsrætti, at gera. Eittans 17% av starvsfólkunum hava svarað, og tí skulu úrslitini og niðurstøðurnar, sum verða gjørdar burtur úr kanningini, takast við fyrivarni, sigur Heidi Durhuus, umsitari og kt-mennari í Fjølriti.

- Út frá kanningum gjørdar í grannalondunum kunnu vit ganga út frá, at tað verður fjølritað á øllum kommunalum stovnum, herundir fólkaskúlum. Í upphavsrættindalógini stendur, at vit skulu royna at finna viðkomandi upphavsmann, tað er, at tann, sum eigur verkið, er tann, sum skal hava pengarnar fyri fjølritið. Henda spurnakanningin, vit hava gjørt, er tí ein roynd at finna út av, hvussu nógv verður fjølritað og at fáa sett nøkur nøvn á, hvørji verk talan er um, og hóast svarprosentið er lítið, gevur hon okkum eina mynd av støðuni.

Í kanningini verður tilskilað, hvønn miðil fjølritanin er farin fram, tað er pappír, fíla og samvirkin talva.

- Tá ið talan er um pappír, vísir kanningin, at umleið 22% av pappírinum, sum er brúkt í skúlunum skúlaárið 2018-2019, hevur verið í sambandi við okkurt slag av fjølritan. Sama ger seg galdandi, tá ið talan er um fjølritan til fílur. Eitt sindur minni, umleið 17%, er til fjølritan í samband við nýtslu til samvirkna talvu. Av tí at hetta er fyrsta kanning av sínum slagi í Føroyum, hava vit ikki vitað, hvussu lutfallið millum pappír, fílur og samvirkan talvu hevur verið. Tað er áhugavert at síggja, at lutfallið er rímiliga javnt.

Lítli áhugin at svara spurnablaðnum sigur kanska nakað um, at skúlar ikki síggja tað neyðturviliga í at geva Fjølriti upplýsingar um, hvussu nógv og til hvat teir fjølrita. Vit spyrja Fjølrit, hví skúlarnir skulu tað.

- Allar kommunur í landinum – uttan ein – hava gjørt avtalu við Fjølrit um fjølritan. Tað áliggur tí skúlunum at svara spurnablaðnum frá Fjølriti; men vit kunnu staðfesta, at ikki allar leiðslurnar í skúlunum vita, at tær hava skyldu at svara spurnablaðnum. Vit kunnu spyrja, hví Fjølrit er sett í verðina. Tað er tí, at talan er um eina mentunarliga ringrás; hetta er fyri at rinda fyri tann partin, sum rættindahavarin ikki fær pengar fyri, tí verkið verður fjølritað. Eitt dømi er, at skrivar tú eitt stuttsøgusavn, so fært tú pengar fyri hvørt selt eintak. Avritar ein lærari eina stuttsøgu úr savninum, so fær rithøvundurin ongar pengar fyri tað; fyri at leggja upp fyri hesum, umboðar Fjølrit rættindini hjá tí, sum hevur skrivað savnið, og krevur inn pengar fyri hvørja fjølritan. Við øðrum orðum er hetta ein tænasta, soleiðis at tú á lógligan hátt kanst brúka stuttsøguna samstundis sum rithøvundurin fær pengar. Og tá ið rithøvundurin fær samsýning, hjálpir tað honum at halda á at skriva. Tí siga vit, at hetta er ein mentanarlig ringrás, og tí meta vit, at henda kanningin eigur at hava áhuga í skúlunum.

Fjølrit hevur í hyggju at gera hesa kanningina á hvørjum ári; um hon verður send út á sama hátt næstu ferð, sum í heyst, er ikki avgjørt enn. Tá vóru spurnabløðini send skúlaleiðslunum, skrivar skulabladid.fo millum annað, og har sæst greinin í fullari longd.