Fjord letur upp sølubúð í Fuglafirði

Suffía Nón, sum er kvinnan aftanfyri Fjord, letur í dag upp sølubúð í Fuglafirði. Myndaevnini, hon lýsir, eru hugnalig og til tíðir skemtilig við íblástri frá føroyskar mentan og siðvenju

Fjord byrjaði sítt virksemi fyri trimum árum síðani. Fyrstu tíðina var talan einans um plakatir, men nú fevnir virksemi um fleiri aðrar vørubólkar so sum koppar, postkort, magnetir, barnaklæðir og annað.

Vøruúrvalið var vorðið so stórt, at Fjord varð noytt at leita eftir nýggjum og størri hølum, eftir at hava hildið til í kjallaranum hjá foreldrunum hjá Suffíu. Tíðin var nú búgvin til at lata upp eina sølubúð í heimbygdini, verður sagt í tíðindaskrivi. 

Ein stórur partur av fólkunum, ið koma á gátt hjá Fjord, eru ferðafólk, og teimum dámar sera væl at seta seg niður og fáa eitt hugnaligt prát. Tað er pláss fyri hesum í nýggju hølunum.

Vørurnar frá Fjord hava verið sera væl móttiknar bæði í Føroyum og uttanlands, og eru tað nógv heim bæði í Føroyum og uttanlands, sum hava eina plakat frá Fjord hangandi á vegginum. 

Fjord hevur samstarv við handlar kring alt landið eins og handlar í Danmark, sum selja vørurnar.

Í samband við at Fjord letur upp sølubúð Í Støð 6 í Fuglafirði í dag verður móttøka klokkan 14, har Høgni Lisberg og Bárður á Lakjuni fara at framføra, og eisini verður okkurt gott til góman.