Flaggaðu í gjár tí tey hildu tað vera ólavsøka

Í gjár flaggaðu almennir bygningar í Danmark við Merkinum, tí teir hildu tað vera ólavsøku. Tað er píniligt og respektleyst, heldur fólkatingsmaður

 

 

Í gjár varð millum annað flaggað á Københavns Universiteti, tí tey hildu, at tað var ólavsøka

Í gjár varð millum annað flaggað á Københavns Universiteti, tí tey hildu, at tað var ólavsøka

– Hetta er triðja ferðin eftir fimm árum, at almenna Danmark antin fer skeivt av, hvussu Merkið sær út, ella nær tað er ólavsøka. Pínligt og respektleyst heldur, Sjúrður Skaale, sum hevur sett stjórnini fýra spurningar um málið.

Á várið í 2016 avgjørdi danska stjórnin, at almennir bygningar skuldu vinda Merkið á stong 29. juli. Endamálið var at sýna Føroyum virðing, men longu fyrstu ferð, at fløggini skuldu upp, vórðu litirnir ikki teir røttu á flagginum. Tá varð flaggað við einum flaggið, sum hevði hvítan dúk, bláan kross og reyða rond.

Í 2018 var litsamansetingin røtt, men Merkið varð vundið á stong á fleiri almennum bygningum á skeivum degi – 29. juni.

– Hóast hesi pínligu mistøkini hava fingið nógva umrøðu hvørjaferð, varð Merkið aftur í gjár vundið á stong á skeivum degi, sigur Sjúrður Skaale.

##med2##
##med3##




Í gjár varð millum annað flaggað á Københavns Universiteti, tí tey hildu, at tað var ólavsøka

Í 2016 varð flaggað 29. juli millum annað á Børsen, men litirnir í Merkinum vóru skeivir

Í 2018 varð eisini flaggað 29. juni fyri ólavsøku. Her í Børne- og Socialministeriet