Flakadagur í góðveðri

Í gjár var aftur flakatiltak á Vatninum í Vági. Í fjør var tiltakið á fyrsta sinni, og undirtøkan var so góð, at stigtakararnir mettu, at vert var at hava tiltakið aftur í ár.

Tá klokkan nærkaðist 17 komu fleiri og fleiri flakar og smærri jollur á Vatnið. Nógv fólk savnaðust eisini at hyggja at, og skótaliðið Royndin hevði sølubúð við kaffi og øðrum.

##med2##

Veðrið spældi av álvara við, og sólin sá av bláum himli, og hóast eitt lítið lot, so var hiti í luftini.

Vakrasti flaki varð kosin, og fólk hugnaðu sær, og sum fráleið sást eisini, at nøkur valdu flaka og jollur frá, og blakaðu seg á bláman, og tað bar væl til í góðveðrinum.

##med3##