Fleiri bilar farnir út av í hálku

Tað hevur verið rættiliga hált – og tað er tað framvegis fleiri staðni

Tað hevur verið rættiliga hált og løgreglan sigur, at tey hava eisini fingið fleiri fráboðanir um at bilar eru farnir út av, og um smá ferðsluóhapp, men talan hevur bara verið um materiellan skaða og ikki um fólkaskaða. Tað eru eisini fleiri bilar farnir út av, uttan at løgreglan hevur verið uppi í.

Tað er framvegis rættiliga hált kring landið, serliga úr Havnini, vestur í Vágar, og norðureftir. Hinvegin hevur Landsverk onga ávaring um hálku í Suðuroynni og í Sandoynni í morgun. Men Landsverk heitir á fólk um at koyra varliga.

Í dag er lítil og eingin vindur, men í nátt veksur hann vindin eit sindur. Men ættin verður á leið tann sama, ímillum útnyrðing og landyrðing í fleiri dagar afturat, so tað verður ikki serliga lýggjari hesar næstu dagarnar.