Fleiri bilførarar fingu bót á fótbóltsdysti í gjárkvøldið

Løgreglan var upp á vakt í sambandi við fótbóltsdystin á Tórsvølli í gjárkvøldið

Í gjárkvøldið spældi føroyska landsliðið í fótbólti týdningarmiklan landsdyst ímóti Malta. Føroyar vunnu dystin 1-0, men gleðisrúsurun hjá nøkrum av teimum mundi fánað eitt sindur, tá ið tey komu aftur í bilin.

Løgreglan varð nevniliga á ferð og kannaði ferðsluna í sambandi við fótbóltsdystin, og í tí sambandi fingu 13 bilførarar bót fyri at hava sett bilin ólógliga frá sær ímeðan tey vóru og hugdu.

Harumframt fekk ein bilførari bót tí ein pera var brostin, men so fingu tríggir bilførarar eisini klipp í koyrikortið fyri at hava snarað út á ein veg mótsettan veg, sum skeltið vísti at tað varð loyvt at snarað.