Allir leikarar tøkir

Uni Arge sigur, at allar kyndilskvinnurnar eru tøkar til evropa-cup dystirnar komandi dagarnar.

Síðan stovnanina í 1956 hava kvinnurnar hjá Kyndli ongantíð verið við í evropeiskari kapping. Men hetta verður broytt í morgin, tá kyndilskvinnur spæla ímóti Femina Vise úr Belgia á Hálsi klokkan 17.00.

Rás 2 spurdi Una Arge, formann í Kyndli, hví teir hava valt at melda Kyndil til europeiska kapping?