Fleiri enn 500 børn og ung til Vágs at spæla hondbólt

Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági

Nú tilmeldingarfreistin til Faroe Islands Handball Cup í Vági er farin, eru tað meldaði 59 lið til kappingina. Tilsamans vera tað fleiri enn 500 børn og ung, sum koma til Vágs at kappast í døgunum 3. til 5. august.

Karmarnir í Vági eru í topp. Spælt verður í Marghøllini og Vágs Høll.

– Fríløturnar fara vit millum annað at brúka saman í Páls Høll, Marghøllini og í miðbýnum í Vági, har stór telt verða sett upp og møguleikin verður at njóta løturnar saman við øllum hinum ungu, sum vitja í Vági í samband við hondbóltskappingina, sigur fyrireikingarbólkurin.

Fyrireikingarnar til kappingina eru komnar væl áleiðis, og skráin fyri kappingina og fyri dagarnar í Vági verður tøk í næstum, og frætta tilmeldaðu liðini meiri um hetta tá.

– Vit eru sera fegin um stóra áhugan fyri kappingini og gleða okkum til at taka ímóti leikarum, venjarum og øllum fjepparunum, sum koma til Vágs at heppa á teirra lið, siga fyrireikararnir.