Munnkurvin

Tá ið stórmál eru til viðgerðar í Løgtinginum, eru samgongutingfólk javnan samd um, at ongin skal taka orðið ella í mesta lagi ein fyri hvønn flokk.   

 

Í øðrum lagi verður ofta avgjørt at skunda mál í gjøgnum, uttan at geva málinum ta tíð, tað eigur sambært tingskipanini.

 

Og í triðja lagi uttan at geva málum ta løgfrøðiligu eftirkannan, sum mál eiga at fáa.  Onkur vil kanska siga, at soleiðis hevur tað altíð verið. Men tað er ikki heilt rætt.

 

Soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Hetta er nakað, sum hevur vundið uppá seg seinastu árini, og við tíðini er tað nærum blivið legalt at seta tingskipan til viks og legalt at undirgrava fólkaræðisligu prinsippini. Hetta minnir ikki sørt um søguna um froskin, sum varð sleptur í kókandi heitt vatn, hann sprakk uppúr aftur sjálvur, tí hann brendi seg. So varð froskurin koyrdur í kalt vatn, og vatnið varð síðani hitað so líðandi, til tað at enda kókaði. Tá var froskurin liggjandi í vatninum og merkti ikki upphitanina, og har lá hann til doyði av hitanum. 

 

Samráð

Nú fólkaræði var til viðgerðar í kjakinum í Degi og Viku týskvøldið, varð høvuðsevnið, um vit ikki áttu at fingið eina skipan við opnum samráði.

 

Vit kunnu fáa so nógvar skipanir, sum vit vilja.  Tað, sum tó hevur týdning, er, at tær skipanir, sum eru, verða virdar. Og her er spurningurin, um vit ikki eru á skeivari kós í løtuni. Tað er sum um, at tað gerst meira og meira legalt ikki at virða tingskipanina, m.a. við at skúgva fólkaaræðisligu rætningslinjurnar til viks. Fólkaræði átti annars heldur at verið nakað, sum javnan varð tikið upp til viðgerðar, so týdningurin av tí sat rimmarfast í tilvitanini hjá løgtingslimum.    

 

Haldi sjálv, at tað sita nógv skilafólk í løgtinginum, - hetta sigi eg, hóast eg ofta hoyri tað mótsatta, og hóast eg sum regul eri ósamd við í øllum førum samgonguni. Men hóast skilagóð tingfólk er virðingin fyri parlamentarisku skipanini sloppin á glið. 

 

Førleiki at taka støðu

Hóast fólkaræði merkir, at fólkið ræður, so vita vit eisini, at tað ber ikki til, at alt fólkið skal taka avgerðir í øllum málum.  Vit hava tí eina skipan við fólkavaldum umboðum. Í parlamentinum sita hesi fólkavaldu, og hava tey til uppgávu at viðgera og tosa um mál, sum eru til viðgerðar.

 

Tað er sjálv viðgerðin, sum er hornasteinurin í Løgtinginum. At debatera og skaffa sær nýggja vitan. At parlamentera! Og so til síðst at taka støðu, sum byggir á vitan.  Eina vitan, sum eisini er atkomulig fyri almenninginum.

 

Tey flestu løgtingsmálini fáa tríggjar viðgerðir, fara í nevnd, álit verður skrivað, og so og so leingi skal verða ímillum hvørja viðgerð. Alt fyri at verja fólkaræði, fyri at tryggja, at mál ikki verða skrumblað ígjøgnum.  Í so máta er fólkaræði gamaní ein rímiliga tung og ofta stirvin skipan. Men, “fólkaræði er ikki gott, men tað finst onki betur”, segði Churchill. Og so leingi vit ikki hava funnið eina betri skipan, eiga vit at virða hana, vit hava og hjúkla um hana.

 

Samgonguleiðarar, sum sita í landsstýrinum, stýra løgtingsfólkum

Ein dagin skrivaði ein samgongutingmaður soleiðis á facebooksíðu síni: “ Helst hugsa nøkur, hví so fá samgongufólk tóku orðið á Tingi í dag um broytingar í hjúnabandslógini. Samgonguleiðararnir høvdu avrátt, at bert framsøgufólkið hjá hvørjum flokki sær skuldi taka orðið, og hesum tók samgongan undir við. Tí vóru tað einans 3 fólk úr samgonguni, sum tóku orðið: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Reimund Langgaard og Jenis av Rana.”

 

Uppgávan hjá okkara fólkavalda Parlamenti er at verða fólksins eftirlitsmyndugleiki við stjórnini. Tí er tað ikki í lagi, at floksformenn, sum m.a. sita í landsstýrinum krevja, at tingfólk onki siga í einum tingmáli. Enn verri er tað, at tingfólk tiga, tí tey, sum tey hava eftirlit við, krevja tað!

 

Og ironiskt var tað, at meðan tingfólk fáa munnkurv brúkti ein deildarleiðari í miðfyrisitingini høvi at siga sína hjartans meining við Løgtingið um sama mál. 

 

Ikki tí, eg haldi at tað er í fínasta lagi, at deildarleiðarar siga sína meining. Embætisfólk mugu eisini hava tali og skrivifrælsi. Men at loyva deildarleiðara at skriva Løgtinginum eitt skriv, um eitt mál har tey fólkavaldu – tey sum eru lønt og vald til at siga sína meining – verða biðin um at tiga, tað gevur í minsta lagi eina fatan av, at her er farið at skeikla í býtinum millum lóggevandi og úttinnandi valdið.

 

Er samráð svarið?

Í Degi og Viku týskvøldið var evnið fólkaræði. Mesta av kjakinum snúði seg um, hvørt vit skuldu hava eina skipan við samráði ella ikki. Havi skilt, at Samráð virkar væl, har tað er. Men tá vildi eg fyrst mælt til, at skipað varð so fyri, at politikarar fingu høvi at kjakast um fólkaræði, og hvussu hetta eigur at virka í løgtinginum; og hvat kann henda, um vit ikki virða tað.  Gangi útfrá at politikarar ynskja tað besta fyri samfelagið.

 

Men hava vit ikki politikarar, sum virða tær skipanir, sum vit hava og hjúkla um tær, so vil ein nýggj skipan neyvan loysa nakran trupulleika.