Fleiri føðingardagar til fólk við krabbameini

- Vit fegnast um, at nógv fleiri krabbameinssjúklingar nú kunnu uppliva fleiri føðingardagar, men enn er ikki komið á mál, sigur granskingarleiðari hjá Kræftens Bekæmpelse.

 

 

 

Talið av teimum, sum yvirliva krabbamein, er veksandi. Hetta er ikki minst galdandi fyri sjúklingar, ið eru fongdir við lungnakrabba. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Krabbameinsskrásetingini - ella Cancerregisteret - sum tað verður rópt. Enn er politiskt viðurkenda málið fyri yvirliving eftir krabbamein tó ikki rokkið.

Nýggjastu tølini hjá danska Heilsudátastýrinum fyri yvirliving árini 2004 til 2018 vísa, at tað eru eitt nú krabbameinspakkar og betri viðgerðir innan krabbamein, sum eru høvuðsorsøkin til, at fleiri og fleiri sjúklingar liva longri og yvirliva krabbasjúku. Tølini vísa nevniliga, at eitt ár eftir, at sjúklingar árini 2016 til 2018 fingu staðfest krabbamein, livdu ávikavist 82 prosent av monnunum og 83 prosent av kvinnunum.

Hetta er sambært www.cancer.dk ein vøkstur á tvey prosentstig hjá monnum og eitt prosentstig hjá kvinnum í mun til árini 2013 til 2015. Fimm ár eftir sjúkustaðfesting vóru í tíðarskeiðnum 2016 til 2018 66 prosent av monnunum og 68 prosent av kvinnunum á lívi. Hyggja vit eftir yvirliving hjá báðum kynunum samanlagt, svarar hetta til ein vøkstur á eitt prosentstig, sum sjúklingarnir livdu longri árini 2016 til 2018 í mun til tíðarskeiðið 2013 til 2015.

Jesper Fisker, stjóri í Kræftens Bekæmpelse, er bjartskygdur, tá hann hyggur eftir samlaðu tølunum. - Gongdin er rætta vegin. Politiskt viðurkenda málið er, at talið av teimum, sum yvirliva krabbamein í 2025, skal verða á sama støði í Danmark, sum í teimum norðurlondum, ið hava bestu úrslitini at vísa á.

Hann sigur, at málið er, at í minsta lagi tríggir av fýra sjúklingum yvirliva eina krabbasjúku. - Vit eru nú ávegis móti teimum 75 prosentunum. Men, hetta krevur treiskni og áhaldni, sigur hann. Sambært stjóranum í Kræftens Bekæmpelse ræður tað um at styrkja avrikini í breiðum høpi.

- Okkum tørvar skjótari sjúkugreiningar, betri viðgerðir og tillagað endurmenningartilboð. Okkum tørvar samfelagslig átøk, serliga ímóti royking og ovurfiti, og okkum tørvar eisini fleiri hugskot, so foreldur og børn velja tað heilsugóða lívið, sum fyribyrgir krabbameini, sigur Jesper Fisker.

Í frágreiðingini hjá Heilsudátastýrinum verður gongdin innan 15 sløg av krabbameini greinað, og allar útrokningar eru gjørdar av hagfrøðingum, sum starvast á miðstøðini innan krabbameinsgransking hjá Kræftens Bekæmpelse.

Lungnakrabbi er framvegis ein sjúka við høgum deyðstíttleika. Ein høvuðsorsøkin er, at sjúkugreiningin ofta kemur seint. Men, her yvirliva nógv fleiri í dag, bæði tá ræður um eitt ár og fimm ár eftir sjúkuviðgerð. Tey, sum hava fingið staðfest lungnakrabba, men eru á lívi eitt ár eftir staðfestingina, telja nú 51 prosent, tá ræður um menn og 60 prosent, tá ræður um kvinnur. Hetta er ein øking á 19 prosentstig fyri menn og 24 prosentstig fyri kvinnur síðan 2004.

Nýggjastu tølini siga, at 20 prosent av monnunum og 27 prosent av kvinnunum, sum fingu staðfest lungnakrabba, eru á lívi fimm ár eftir sjúkugreiningina. Hetta er ein vøkstur í mun til fyrr nevnda tíðarskeið á ávikavist tvey og trý prosentstig.

Mef Nilbert, granskingarleiðari hjá Kræftens Bekæmpelse, lýsir batarnar sum undrunarverdir. - Hesi framstig snúgva seg um fleiri viðurskifti. Fólk eru meira árvakin um sjúkueyðkenni, og vit hava fingið fleiri mannagongdir til greining av sjúku, tvørfakligt samstarv, betri skurðfrøði, fleiri málrættaðar viðgerðarhættir við heilivági og immunterapi, sigur hon.

Hon vísir á, at stórir batar eisini eru hjá monnum við krabbameini í langa, og hjá kvinnum eru batar við krabbameini í langa, baktarmi og lungnakrabba. Granskingarleiðarin heldur, at tað, sum nú ræður um, er at flyta góðu royndirnar og úrslitini, har tað hevur eydnast væl, yvir á onnur øki innan krabbamein, sum hava eydnast minni væl.

- Hetta er eitt nú galdandi fyri krabbamein í eggrótini, har yvirliving eftir fimm árum ikki er vaksin, sigur Mef Nilbert og leggur aftrat, at linnandi viðgerð kann eisini leingja um lívið hjá sjúklingum við krabbameini. Hon fegnast eisini um, at alt fleiri krabbameinssjúklingar nú sleppa at halda fleiri føðingardagar, sum granskingarleiðarin tekur til.

##med2##

 

 

Mef Nilbert er granskingarleiðari hjá Kræftens Bekæmpelse.