Fleiri føroyingar fara væntandi í sóttarhald í dag

Tey, sum hava verið í samband við smittaða føroyingin síðan 27. februar, fara at fáa boð frá landslæknanum um at halda seg heima

Lars Fodgaard Møller, landslækni. (Mynd: Álvur Haraldsen)

Lars Fodgaard Møller, landslækni. (Mynd: Álvur Haraldsen)

Landslæknin er nú í gongd við at finna út av, hvørjir persónar, føroyingurin, ið er smittaður við corona-virus, hevur verið í samband við síðani 27. februar. Tey verða væntandi seinni í dag uppringd av landslæknanum, ella onkrum sum arbeiðir hjá honum, við boðum um at halda seg heima orsaka av vanda fyri corona-smittuni í 14 dagar.
Tann, sum er testaður positivt, var á ráðstevnuni í París, tá ið hann varð smittaður við corona-virus. Í gjár varð ring til hann, og sagt, at onkur annað, ið var á ráðstevnuni, var sjúkur av corona-virusi, og hann varð biðin um at lata seg kanna.

Tí vendi hann sær til læknan í gjár um at verða testaður, og hann varð staðfestur positivur.

Fýra fólk eru tilsamans í húskinum hjá manninum, og tey eru øll farin í sóttarhald í 14 dagar í egnum heimi. Maðurin hevur bert veik sjúkutekin. 

Maðurin kom heim við flogfari 24. februar. Men hini ferðafólkini í flogfarinum verða ikki kannað.

Landslæknin sigur, at fólk bara verða smittað eftir at sjúkan er brotin út. Tí hevur rakti maðurin ikki smittað nakran í flogfarinum, tá hann ferðaðist heim.

- Maðurin fekk fyrstu sjúkueyðkennini 29. februar. Vit leita tí aftur tvey samdøgur undan tí, og kanna, hvønn hann hevur havt tætt samband við, sum vit siga, síðan 27. februar og fram til nú, sigur Lars Fodgaard Møller.

Heilsumyndugleikarnir fara nú at seta seg í sambandi við øll fólkini, sum maðurin hevur havt samband við síðani 27. februar.

Síðani maðurin kom heim, hevur hann verið til arbeiðis. Lars Fodgaard Møller, landslækni, kundi á tíðindafundinum fyrrapartin ikki siga nakað um enn, hvussu nógv fólk, maðurin hevur verið í sambandi við.

– Men úr Danmark vita vit, at hvør smittutilburður hevur útloyst umleið 30 sóttarhald, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Lars Fodgaard Møller, landslækni. (Mynd: Álvur Haraldsen)