Fleiri fólk deyð í sjálvmorðsálopi

- Hin fyrri bumbumaðurin lætst sum um hann var sjúkur og skríggjaði av pínu, sigur sjónarvitni.

Álopini raktu eitt handilsøki í miðbýnum í høvuðsstaðnum, Bagdad.

Álopini raktu eitt handilsøki í miðbýnum í høvuðsstaðnum, Bagdad.

 

Í minsta lagi 32 fólk eru deyð og 110 eru særd í Bagdad í dag, tá tvær sjálvmorðsbumbur brustu. Hetta er tískil tað álop í irakiska høvuðsstaðnum seinastu trý árini, sum hevur kravt flest mannalív.

Tað skriva útledskir miðlar seinnapartin við irakiskum heilsumyndugleikum sum keldu. 

Sagt verður, at álopini raktu eitt handilsøki í miðbýnum í høvuðsstaðnum. Sambært útlendskum miðlum hevur eingin higartil tikið ábyrgdina av atsóknini.

Eitt eygnavitni sigur við sjónvarpsrásina - Dijlah - at fyrsti bumbumaðurin lætst sum um hann var sjúkur og skríggjaði av pínu. Tá fólk vóru savnaði rundan um hann, læt hann bumbuna bresta.

Hin næsta spreingingin hendi tíggju minuttir seinni, siga keldurnar.

Lagt verður aftrat, at slík álop eru ikki so vanlig í Bagdad. Seinasta álop av slíkum slag hendi í juni í 2019. Men, seinastu tíðina hava verið politiskar rembingar í krígsherjaða landinum, har fólk skulu til val í oktober.

Sambært New York Times sigur ein talsmaður fyri irakiska innanríkisráðið, Khalid al Muhannam, at myndugleikarnir í landinum hava sín illgruna um, at tað er IS, sum stendur aftan fyri álopini.

Álopini raktu eitt handilsøki í miðbýnum í høvuðsstaðnum, Bagdad.