Fleiri grønlendingar skulu gera hertænastu

 

Tað er í øllum førum ynskið hjá danska verjumálaráðharranum Trine Bramsen

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

Um danski verjumálaráðharrin Trine Bramsen fær sín vilja, verða tað skjótt fleiri grønlendingar í Arktisk Kommando.

Í samrøðu við grønlendska blaðið Sermitsiaq sigur hon nevniliga, at danska verjan hevur tørv á fólki, ið hava ein servitan um arktisk viðurskifti, ið kunnu gera hertænastu í Grønlandi.

- Tað er til frama fyri donsku verjuna sum heild, men eisini Grønland, um man kann bjóða tí vitan, ið man bara hevur, um man er føddur og uppvaksin í Grønlandi, sigur Trine Bramsen við Sermitsiaq og leggur afturat.

- Tað hevði eisini verið ein fyrimunur, um man aftaná velur at búseta seg í Grønland, so vit hava fleiri við verjuútbúgvingum, ið búgva í Grønlandi.

Sermitsiaq skrivar, at danska verjan royndi fyri fyrstu ferð í fjør at útvega fleiri grønlendingar til verjuna. Tað endaði við, at umleið 20 grønlendingar fóru upp í donsku verjuna.

Tað talið er kortini ikki nokk fyri Trine Bramsen, ið ynskir fleiri. Tí hevur hon saman við grønlendska Sjálvstýrinum sett eina nevnd, ið skal viðgera hernaðartænastu ætlað ungum grønlendingum. 

Mynd: Ritzau Scanpix