Fleiri hava brotið handliðin í hálkuni

Skaðastovan á Landssjúkrahúsinum hevur havt nógv at gera síðstu tvær vikurnar, nú tað hevur verið hálka kring landið. Fólk taka fyri seg, um tey detta, og í fleiri førum eru armar brotnir

– Soleiðis er á hvørjum ár, tá ið hálka er. Fleiri koma á Skaðastovuna, tí tey eru dottin í hálkuni. Flestu taka hondina fyri seg, tá ið tey detta, og tí eru tað mest handlið, ið brotna, siga tey á Skaðastovuni.

Tey hava havt meira at gera á Skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum síðstu tvær vikurnar, hálkan hevur verið. Orsøkin eru skaðar, ið standast av hálku.

Flestu av skaðunum eru armbrot. Í onkrum førum er eisini talan um heilaskjálvta, og at onkur hevur fingið onkran annan snudd.