Fleiri hús og íbúðir á Toftum

Stórur áhugi er fyri búseting á Toftum. 10 íbúðir standa nú lidnar, átta verða lidnar í summar, og áðrenn langt um líður, standa tilsamans 34 nýggjar íbúðir á Kneysum.

Her á Ólavsvegi verður nýggjasta útstykkingin á Toftum.

Her á Ólavsvegi verður nýggjasta útstykkingin á Toftum.

 

Í Nes kommunu verður arbeitt á fleiri økjum, tá ræður um sethúsa-og íbúðarbygging. Hetta merkir eisini, at fólkatalið, sum nú er farið upp um 1400, veksur skjótt.

Á seinasta bygdaráðsfundi samtykti bygdaráðið at heita á Teknistovuna í Gøtu um at gera eina verkætlan um útstykking á Ólavsvegi klára til útbjóðing sum skjótast.

Ólavsvegur gongur norður úr Gaddavegnum og er líka sum framhald av vegnum norður eftir, har Haldur Vang bygdi síni hús fyri nøkrum árum síðan.

Í Nes kommunu ætla tey, at útstykkingin á Ólavsvegi skal verða liðug í endanum av hesum árinum, tá tey fyrstu skulu kunnu byrja at byggja.

Kommunan hevur eisini eina nýggja útstykking Undir Nesinum, har 11 grundstykki eru á niðaru síðu á vegnum, og henda útstykking er klár.

Stórur áhugin er fyri at seta búgv í Nes kommunu, og ivaleyst er Eysturoyartunnilin, sum knýtir økið so nær høvuðsstaðarøkinum, ein av orsøkunum.

Sagt verður, at øll grundstykkini Undir Nesinum longu eru umbiðin, eins og áhugin fyri nýggju útstykkingini á Ólavsvegi er stórur.

Umframt hesar nýggju útstykkingar, hevur byggifyritøkan KBH júst gjørt 10 íbúðir fyri Bústaðir lidnar á Kneysum, og her verða átta aðrar íbúðir hjá Bústøðum klárar í summar.

Umframt hesar 18 íbúðirnar hjá Bústøðum, sum KBH byggir, er byggifyritøkan í holt við 16 aðrar íbúðir, sum eisini verða bygdar á Kneysum á Toftum.

Helgi Johannesen, stjóri í KBH, sigur við In.fo, at áhugin fyri íbúðunum, sum byggivirkið sjálvt byggir, er so mikið stórur, at allar longu eru umbidnar.

 

 

 

Her á Ólavsvegi verður nýggjasta útstykkingin á Toftum.