Fleiri kvinnur søkja sær hjálp móti drykkjuskapi

- Vit gera nógv fyri at hjálpa kvinnum, sum eru falnar í rúsdrekkamisnýtslu, sigur læknin, Birgit Niclasen.

 

Sermitsiaq skrivar, at 60 prosent av teimum, sum søkja sær hjálp í Grønlandi fyri drykkjuskap, eru kvinnur. Hetta framgongur í einari ársfrágreiðing hjá Allorfiks.

- Sum heild er talið av teimum, sum søkja sær hjálp fyri drykkjuskap í Grønlandi, veksandi, men tað er serliga stóra talið av kvinnum, sum vekir ans, skrivar blaðið.

Í greinini verður víst á, at í øðrum londum telja kvinnurnar vanliga ein triðing av teimum, sum søkja sær hjálp fyri rúsdrekkamisnýtslu.

- Vit gera nógv fyri at røkka kvinnum, sum eru falnar fyri rúsdrekkamisnýtslu, og serliga er fokus á kvinnur, sum eru við barn. Vit royna at fáa hesar so tíðliga í viðgerð sum gjørligt.

Birgit Niclasen, sum er lækni og sum stendur á odda fyri Allorfik, sigur við Sermitsiaq, at nógv verður eisini gjørt fyri at hjálpa kvinnum, sum hava børn. 

- Fyri nógvar kvinnur hevur tað stóran týdning, at tær hava børn, og at tað eru tær, sum hava høvuðsábyrgdina av trivnaðinum í heiminum, sigur Birgit Niclasen.