Fleiri og fleiri ferðafólk vitja á Svalbard

Hvørja viku ger Visit Svalbard upp, hvussu stórt talið av gistingum í Longyearbýnum er gjøgnum vikuna.

 

So hvørt, sum talið av ferðafólki, ið vitja Svalbard, veksur eftir korona-stongsulin, síggjast eisini fleiri og fleiri ferðafólkatiltøk í lokala umhvørvinum. Hesa vikuna gista í miðal eini 236 ferðafólk í Longyearbýnum um samdøgnið. 

Tað sigur Visit Svalbard í tíðindaskrivi.

Hvørja viku gera tey upp, hvussu stórt talið av gistingum er í býnum gjøgnum vikuna. Talið av gistingum er meira enn tvífaldað síðan seinastu viku í juni, tá tað í miðal gistu 110 ferðafólk í Longyearbýnum um samdøgnið.

Forsøgnin fyri næstu viku sigur, at tá verða í miðal 245 gistingar í býnum um samdøgnið - ella nakrar fleiri enn hesa vikuna.

Visit Svalbard vísir á, at talið av tiltøkum fyri ferðafólki, sum vitja Longyearbýin, eisini er vaksið, samstundis sum ferðafólkini eru vorðin fleiri. Sum skilst, keypa nógv ferðafólk, sum vitja á Svalbard, sær luttøku í ymiskum skipaðum tiltøkum og aktivitetum.