Fleiri og fleiri gerast sjúk aftur í Noregi

Noreg noyðist nú at staðfesta, at vøksturin í smittutilburðum í landinum ongantíð hevur verið so stórur síðan hin 3. apríl.

 

 

Seint mikukvøldið visti norski Fólkaheilsustovnurin at siga, at talið av korona-smittaðum í landinum seinasta samdøgnið var 163. Tað eru 75 fleiri enn samdøgnið fyri, tá talið av staðfestum smittaðum var 88.

So stórt smittutal, sum seinasta samdøgnið, hevur Noreg ikki havt síðan hin 3. apríl í ár. Eins og í fleiri øðrum evropeiskum londum, vísir tað seg, at tað nú eru fleiri fólk í bestu árum sum fáa smittuna.

Tilsamans hava nú 11.034 fólk í Noregi fingið staðfest korona-smittu, og fram til hin 2. september eru 745.279 fólk kannaði. Í løtuni eru 11 fólk innløgd í Noregi, og higartil eru tilsamans 264 fólk deyð við smittuni.

Talið av deyðum við korona-smittu í Noregi er lutfalsliga lágt í mun til talið av deyðum í eitt nú Danmark og serliga í Svøríki, har 5.820 fólk eru deyð við korona-smittu. Í Danmark eru 624 fólk deyð.