Fleiri royndu at yvirtala meg til at gera okkurt annað

Gøtumaður í altjóða flokki varð heiðraður í Løkshøll

(Mynd: Andri Gerðisá)

(Mynd: Andri Gerðisá)

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, fekk í kvøld Heiðursgávu landsins.

Í grundgevingini varð sagt, at Ósbjørn Jacobsen er byggilistarligur úrmælingur, ið arbeiðir við byggilist, býarbygging og býarplanlegging.

– Larmandi stórbæri og poesi, inniligar landslagsrytmur og bygningar, ið eru sprotnir úr náttúru og umhvørvi, eyðmerkja byggilistina hjá Ósbjørn Jacobsen. Forvitni og evni hansara til at bera føroyska byggilistarliga mentanararvin inn í okkara tíð eru eyðsýnd, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, tá ið hann handaði heiðurslønina.

– Úr Syðrugøtu arbeiðir Ósbjørn Jacobsen á altjóða pallinum, har hann ofta vinnur uppgávur, sum tey fægstu fáa atgongd til. Fyri byggilistarligu avrikini, ið á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fær Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020, segði landsstýrismaðurin.

##med2##

Ósbjørn Jacobsen takkaði fyri heiðurin.

 – Viðurkenning og herðaklapp eru altíð fantastiskt. Ikki minst í hesum føri, tá tað kemur so óvart á, er tað enn søtari. Eg varð ovfarin, tá eg fekk boðini um hesa heiðursløn. Tá eg havi verið við til at royna at vinna onkrar kappingar, havi eg arbeitt fram ímóti tí, men hesin heiður kom fyri tað, sum eg havi brúkt stóran part av lívinum til at arbeiða við, segði Ósbjørn Jacobsen.

– Eg vil takka á røttum stað, og tað er til hetta samfelagið, sum hevur so nógvar møguleikar og hevur givið mær so nógv. Hjá mær byrjaði tað í Gøtu skúla, har áræðið varð kveikt heldur enn førleikar skuldu setast í formil. Nú aftaná síggi eg, at fólk vórðu eggjað at fylgja sínum dreymum, segði hann.

– Tað var ikki bara væl móttikið, tá ið eg mitt í kreppuni í 1993 bar upp á mál, at eg kundi hugsað mær at arbeitt við arkitekturi. Fleiri royndir vóru gjørdar at yvirtala meg til at gera okkurt annað, men eg valdi at fylgja mínari intuitión, segði Ósbjørn Jacobsen.

Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

(Mynd: Andri Gerðisá)

(Mynd: Andri Gerðisá)