Fleiri trolarar eru til fiskiskap

Enn einaferð landar ein norskur trolari svartkalva í Føroyum.

Í løtuni eru tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Myndin er tilvildarlig.

Í løtuni eru tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Myndin er tilvildarlig.

 

Í løtuni fiska fimm partrolarapør upsa, og eitt par er framvegis á gulllaksaveiði. Okkurt parið kemur inn at landa mánadagin, og hini koma, sum vikan gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap.

- Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk, og ein fiskar stinglaks. Djúpvatnstrolararnir koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey eisini ein norskan trolara mánadagin. Teir eru á svartkalvaveiði.

Tveir trolbátar eru norðanfyri, og fimm fiska á landleiðini. Tveir koma inn at landa mánadagin, og hinir landa væntandi miðskeiðis í næstu viku.

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip eisini eru til fiskiskap eftir svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Væntandi koma bæði skipini inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Í løtuni eru tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Myndin er tilvildarlig.