Fleskasteikin dýrkar

Svínasótt í Kina ger at gravgangur er eftir donskum svínakjøti og tað rakar føroyska brúkaran

Mynd: Ritzau/Scanpix

Mynd: Ritzau/Scanpix

Føroyingar mugu brynja seg við, at prísirnir á fleskasteikum, svínakotilettum og øðrum svínakjøti fer at dýrka næstu tíðina. Og orsøkin eru hendingar hinumegin jarðarknøttin.

Umfatandi tilburðir av svínasótt í Kina hava nevniliga ført við sær, at myndugleikarnir eru noyddir at drepa svín í hópatali. Og tá ein so stórur marknaður sum tann kinesiski brádliga manglar svínakjøt er ikki nógv annað at gera enn at innflyta svínakjøt aðrastaðni frá.

Og tað sæst aftur á okkara leiðum, har prísurin á svínakjøt er nógv vaksin. Bara síðan 1. januar í ár er kostnaðurin á svínakjøti vaksin við 40 prosentum í Danmark.
Í Føroyum sæst tað millum annað aftur í kostnaðinum á ymiskum donskum viðskera, sum í stóran mun verður framleitt av svínakjøti.

Enn hevur príshækkingin tó ikki rakt fleskasteikirnar, svínakotilettirnar og annað, men tað broytist væntandi skjótt, upplýsir Jørgen Jørgensen, slaktari í Miklagarði.

- Vit hava ikki sæð nakra broyting hjá okkum enn, tí vit hava havt eina fasta avtalu við okkara veitara, men hon endar skjótt og skulu vit tí samráðast av nýggjum, sigur Jørgen Jørgensen, ið leggur afturat, at av tí, at prísirnir broytast so nógv í løtuni ynskir veitarin ikki at binda seg til ein nýggjan langtíðarsáttmála.

Tað er rættiliga óvanligt, at prísurin á svínakjøti broytist í heila tikið, og eru tað sambært slaktaranum einans avgjøld og annað, ið vanliga hava ávirkað prísin.

- 1. januar í ár var prísurin á svínakjøti á umleið sama støði, ið tað var í 1977, tá eg byrjaði sum slaktari í SMS. Lági prísurin hevur lagt eitt trýst á donsku bøndurnar, so at tað eru munandi færri, ið fáast við svín í dag. Tá so hetta hendi í Kina, merkir tað, at prísirnir brádliga byrja at vaksa, vísir hann á.

Og fyri føroyska kundan merkir tað, at man í næstum kann vænta, at tær vørur, ið verða seldar gjøgnum slaktarar í Føroyum, verða dýrari enn áður. Tað vil siga svínakotillettur, fleskasteikir og líknandi.

- Eg minnist ikki nær vit seinast hava broytt prísin á svínakjøti, men fyrr ella seinni mugu vit gera tað ella eru tað vit, ið missa pengar. Tað er heimsbúskapurin, ið noyðir okkum til at gera hetta, sigur Jørgen Jørgensen.

Mynd: Ritzau/Scanpix