Flestu ísfiskaskip eru til fiskiskap

Væntandi verða nógvar ísfiskalandingar í næstu viku, tí meginparturin av ísfiskaflotanum er til fiskiskap í løtuni.

Meginparturin av ísfiskaflotanum er til fiskiskap í løtuni, og væntandi verða nógvar landingar í næstu viku.

Meginparturin av ísfiskaflotanum er til fiskiskap í løtuni, og væntandi verða nógvar landingar í næstu viku.

Øll partrolarapør eru til fiskiskap, og væntandi koma tey flestu inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er heldur frægari, enn hann hevur verið, og skipini fáa eisini nakað av toski og longu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar koma inn at landa mánadagin, og ein kemur væntandi miðskeiðis í næstu viku.

 

- Tveir fiska upsa, ein ger yvirlitskanningar norðanfyri, og ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks.

 

Í dag eru allir teir smáu trolbátarnir til fiskiskap. Nakrir fiska tosk og hýsu, og nakrir fiska havtasku. Væntandi koma allir teir smáu trolbátarnir inn at landa í næstu viku.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og fiskiskapurin hjá skipunum er hampiligur. Annað skipið kemur inn at landa mánadagin, og hitt kemur væntandi seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.