Her landar Sandshavið í Havn. Teir hava júst landað og fara ikki avstað aftur fyri jól. Tað hevur gingið væl hjá Sandshavinum í ár.

Flestu línuskip gevast nú til jóla

Tey línuskip, sum nú eru til fiskiskap - trý í tali - koma øll inn at landa mánadagin.

Her landar Sandshavið í Havn. Teir hava júst landað og fara ikki avstað aftur fyri jól. Tað hevur gingið væl hjá Sandshavinum í ár.

 

Í løtuni eru bara trý ísfiskalínuskip til fiskiskap, og tey koma øll inn at landa mánadagin. 

- Møguliga fer eitt av skipunum út aftur beinanvegin og kemur inn aftur at landa síðst í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Lagt verður aftrat, at skipini hava mest av toski og hýsu og so nakað av svartkalva, longu og brosmu. Hini línuskipini hava lagt til jól.

Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av svartkalva, longu og brosmu. Hini línuskipini hava lagt til jóla.

- Streymurin linkar, sum vikan gongur, og veðrið verður eisini gott. So, tað verður helst nakað av útróðri, og fiskiskapurin er góður, verður lagt aftrat.

Her landar Sandshavið í Havn. Teir hava júst landað og fara ikki avstað aftur fyri jól. Tað hevur gingið væl hjá Sandshavinum í ár.