Flestu partrolarapør eru til fiskiskap

Nú fer tíðin á gulllaksi at styttast í vertíðini hesaferð.

Væntandi fara fleiri trolbátar á landleiðina fyrst í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Mynd: Tilvildarlig.

Væntandi fara fleiri trolbátar á landleiðina fyrst í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Mynd: Tilvildarlig.

 

Í gjár vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at flestu partrolarapør eru til fiskiskap og nøkur, sum enn liggja, fara væntandi út aftur fyrst í vikuni sum kemur.

Trý av partrolarapørunum eru framvegis á gulllaksaveiði, men nú fer tíðin á gulllaksi at styttast í vertíðini hesaferð.

Í gjár vóru tveir trolbátar til fiskiskap. Teir eru norðan fyri og fáa mest at toski og hýsu. Teir landa helst miðskeiðis ella seint í næstu viku.

- Væntandi fara fleiri trolbátar á landleiðina fyrst í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt frystir fiskin umborð, og hini bæði ísa. Væntandi landar okkurt garnaskip fyrst í vikuni sum kemur.

 

 

Væntandi fara fleiri trolbátar á landleiðina fyrst í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Mynd: Tilvildarlig.