Flestu seyðaskinn fara í brenniovnin

Sp/f Oikos hevur boðað viðskiftafólkum kring landið frá, at tey ikki fara at taka ímóti saltaðum seyðaskinnum til útflutnings í heyst.

 

 

Í dag fingu lesarar hjá In.fo at vita, at Sp/f Oikos í Bø er einasta góðkenda fyritøka, sum kann taka ímóti saltaðum seyðaskinnum til útflutnings. Men, í dag vita menn, sum plaga at salta fyri felagið, at siga, at Oikos fer ikki at taka ímóti seyðaskinnum til útflutnings í heyst.

Felagið í Bø plagar annars at hava móttøkur kring meginpartin av landinum, og undanfarin ár hevur Oikos keypt eini 30.000-35.000 seyðaskinn um árið. Tey, sum hava saltað fyri felagið, plaga at salta úr nøkrum hundrað skinnum og upp í nøkur túsund.

Men, í ár eru so boðini, at Sp/f Oikos fer ikki at taka ímóti seyðaskinnum til útflutnings í heyst, og tískil má roknast við, at nógv meira verður at brenna á brennistøðini hjá IRF í Leirvík, tá eingin skinnamóttøka verður. 

IRF plagar á hvørjum heysti at hava eina kunning og leiðbeining um burturbeining av leivdum frá fletting, og soleiðis er eisini í ár. - Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? Og visti tú, at tað, sum dálkar eina mest at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn?

Soleiðis skrivar IRF, samstundis sum heitt verður á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara, og her verður aftur víst til leiðbeining, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur lagt út á sína heimasíðu.