Brynja Rógvadóttir: Eg skelvi enn

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr ungu málhetjuna hjá VÍF kvinnunum seta orð á sínar kenslur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við ungu málhetjuna hjá VÍF kvinnum, Brynju Rógvadóttir, sum við sínum 13 málum var ein avgerandi faktorur, tá VÍF kvinnurnar knógvaðu kyndilskvinnur við einum teprum 25-24 sigri.

 

- Eg skelvi enn, og nervarnir enn eru uppi at koyra, men eg kendi á mær, at hetta var okkara dystur, greiðir Brynja frá í samrøðuni, tá hon skal seta orð á upplivingina at skora sigursmálið við einum brotskasti í teimum doyggjandi sekundunum av dystinum.

 

Brynja staðfestir tó, at tað var alt annað enn gott í fyrra hálvleiki, tá Kyndil var á odda 14-9, men ein uppsangur frá Geir Wardum, venjara hjálpti VÍF kvinnunum at fremja eina hugburðsbroyting, sum bar heim týdningarmikla sigurin.

 

Stigatalvan í hvonndeildini undirstrikar hvussu týdningarmikil sigurin var fyri kvinnurnar hjá VÍF :

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin133212437823
2Kyndil143292656420
3VÍF133403132717
4Stjørnan13271341-709
5StÍF13258310-526
6VB12251298-473